Álvarsligur skaði í Liverpool-sigri

Premier League: Liverpool heldur lív í vónini um Champions League fótbólt

Liverpool vann í kvøld 1-0 á Wolverhampton í Premier League. Dysturin bleiv merktur av, at málverjin hjá Wolverhampton fekk ein álvarsligan skaða í høvdið móti endanum.

Gestirnir úr Liverpool vóru trýstir til at vinna, um meistararnir skulu røkka Champions League luttøku komandi kappingarár. Tað eydnaðist eisini við máli frá fyrrverandi spælaranum hjá Wolverhampton, Diogo Jota.

Stutt fyri tíð var ein støða, har Mohamed Salah skoraði, men var rangstaddur. Í støðuni rendi miðverjin hjá Wolverhampton, Coner Coady, saman við málverjanum, Rui Patricio. Hann fekk viðgerð á staðnum, og bleiv borin av vøllinum. Eftir dystin bleiv sagt, at Rui Patricio er við vit og hevur tað gott eftir umstøðunum.

1Man City30225364:2171
2Man Utd29169456:3257
3Leicester29175753:3256
4Chelsea29149644:2551
5West Ham28146842:3248
6Liverpool29137948:3646
7Everton281441040:3746
8Tottenham28136947:3045
9Aston Villa271251039:2841
10Arsenal281251137:2941
11Crystal Palace291071231:4737
12Leeds281131443:4636
13Wolves29981228:3835
14Southampton29961436:5133
15Burnley29891222:3733
16Brighton286111129:3629
17Newcastle28771428:4528
18Fulham295111322:3626
19WBA29391720:5718
20Sheffield Utd29422316:5014