Álvarsliga sjúkir føroyingar kunnu fáa kannabis í morgin

Upp á seg fáa nógv fleiri føroyingar kannabis-heilivág enn danir

Upp á seg eru tað nógv fleiri føroyingar, sum fáa heilivág við kannabis, enn tað eru danir. Tað upplýsti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú Løgtingið enn eina ferð viðgerð spurningin um at gevasjúklingum í Føroyum lættari atgongd til heilivág við kannabis.

Sirið Stenberg sigur, at nýggjastu tølini eru ein mánað gomul, men tá vóru tað 61 sjúklingar í Føroyum, sum høvdu fingið heilivág við kannabis. Í mestan mun hava teir fingið tað frá serlæknum, men tað eru eisini nakrir sjúklingar, sum hava fingið slíkan heilivág frá kommunulæknanum.

Hon leggur afturat, at í løtuni eru 300 sjúklingar í donsku royndarskipanini við kannabis-heilivági, og í øllum danska ríkinum eru tað annars 1000 sjúklingar, sum annars fáa heilivág við kannabis. 

Í Føroyum verða tølini ofta faldað við hundrað, tá ið vit skulu sammeta okkum við Danmark, so eftir tí, skuldi tað so verið yvir 6000 sjúklingar í Føroyum, sum fingu heilivág við kannabis.

Sirið Stenberg sigur, at nú føroyskir sjúklingar, sum verða sendir til Danmarkar, fáa danskt p- tal, verður ikki longur skilt ímillum føroyskar og danskar sjúklingar, og tískil ber heldur ikki til at siga, um føroyingar, sum fáa kannabis heilivág í Danmark, hava trupulleikar við at fáa tað til Føroya.

Hon heldur kortini, at ivin eigur at koma sjúklingunum til góðar. Men hon sigur eisini, at í roynd og veru kann hetta málið loysast bæði skjótt og einfalt, er vilji annars til tað. Og tann loysnin er, at hon gevur landsapotekaranum um, at seta allan kannabis heilivág, sum er góðkend í Danmark, á listan yvir heilivág, sum er góðkendur í Føroyum. 

So lætt og einfalt er tað at geva føroyskum sjúklingum heilivág við kannabis, og er vilji til tað, kann tað gerast í morgin, sum ein annan dag, tí so fáa føroyskir sjúklingar atgongd til tann heilivágin. Og hon sigur, at er tað løgtingsins vilji, fer hon at sova upp á tað.

 Tað varð upplýst í Løgtinginum, at í løtuni er talan um seks sløg av heilivági við kannabis, sum skulu setast í gildi í Føroyum afturat. Tað er heilivágur, sum er góðkendur eftir donsku royndarskipanini, men sum læknar í Føroyum ikki kunnu geva sjúklingum.