Álvarslig ferðsluvanlukka innan fyri Skála

Tíðliga í kvøld hendi ein álvarslig ferðsluvanlukka innan fyri bygdina á Skála, har fýra fólk endaðu á Landssjúkrahúsinum. Løgreglan í Eysturoy sigur, at talan er um tveir bilar, sum stoyttu frontalt saman.

Annar bilurin var á veg úteftir Skálafjørðinum, og hin var á veg inneftir.

- Júst, hvussu tilburðurin er farin fram, kunnu vit einki siga um í løtuni, sigur løgreglan.

Í øðrum bilinum vóru trý fólk, og í hinum bilinum var førarin einsamallur.

Tá Portalurin var á vanlukkuøkinum fyri løtu síðan, segði løgreglan seg ikki við fullari vissu kunna siga, hvussu støðan var, men greitt er, at onkur av teimum, sum var í bilunum, hevur fingið álvarsligan skaða í vanlukkuni.

Tá Portalurin spurdi, um nakar hevur latið lív, var svarið hjá løgregluni, at tað kundu teir heldur ikki siga við fullari vissu.

Bæði løgreglubilar, sjúkrabilar og bilar hjá sløkkiliðnum vóru á vanlukkustaðnum.

Neyðugt hevur eisini verið at skera fólk leys í hesi syrgiligu ferðsluvanlukku.