Fótbóltur hoyrir einari stevnu til, og soleiðis er eisini á ovastevnu.
Heilt frá tí at ovastevna var á fyrsta sinni í 1993, hevur fótbóltur verið ein partur av skránni.
Tey nógvu fyrstu árini varð fótbólturin skipaður sum ein kapping í skúlagarðinum eina og innandura kapping við fýra leikarum á hvørjum liði, og so varð kappast í bólkur fram til eina finalu.
Men síðani sparkivøllurin kom fyri fimm árum síðani, hevur verið skipað fyri øðrum kappingum. Og fyri fýra árum síðani funnu menn upp á at skipa fyri dysti millum tónleikarar yngri, móti tónleikarum eldri enn 30 ár.
Fyrsta royndin hepnaðist so væl, at menn gjørdu seg enn betri út árið eftir við at fáa fyritøkur at lata steyp, bæði sum ferðasteyp at spæla um og steyp til besta leikaran á ávikavist yngra og eldra liðnum.
- Tað er ljóðtøkni, sum letur ferðasteypið, sum vit spæla um, meðan Simme og Rulio lata stey til bestu leikararnar, sigur Terji Rasmussen, sum umframt at skipa fyri dystinum eisini er managari hjá teimum eldru.
Fyrsta árið spælt varð – tá var ikki sælt um ferðasteypið – vunnu teir yngru, men tá steyp á fyrsta sinni var gularótin, vunnu teir eldru málríkan dyst, eini 13-8.
- Í fjør var tó verri, tá vórðu vit hølvaðir av 2-7, sigur Terji Rasmussen, sum kortini bedýrar, at í ár vinna teir eldru.
Prestiga
Liðini eiga sostatt hvør sítt partabræv í steypinum higartil. Vanligar treytir fyri steypakappingar eru galdandi, tað vil siga at vinna steypið fimm ár tilsamans ella tríggjar ferðir upp í slag.
- Upprunaliga var dysturin eitt pr-tiltak hjá Studio Oyravox, og tað er tað framvegis, men tað hevur eisini voksið seg til annað og meiri. Nú stendur eisini prestiga upp á spæl, sigu Terji Rasmussen.
Sjálvandi er tiltakið eisini sosialt, og er ætlað at sjóða føroyskar tónleikarar saman, og í so máta er tað eisini sera væl egnað.
Dysturin verður spældur klokkan 15 leygardagin, og tað verður altjóða dómarin, Petur Reinert, sum fer at døma.
Liðið hjá teimum eldru sær soleiðis út:
Jens Marni Hansen, Ólavur Olsen, Rúni Árting, Jóannes Jacobsen, Brandur Jacobsen, René Hansen, Finn Hansen, Niclas Johannesen, Eyðun Nolsøe, John Johansen, Uni Arge, Mikal Blak, Jonas Bloch Danielsen, Kristian í Vági, Edward N. Debess, Rókur Jákupsson Jacobsen, Søren og Torkil Olsen.
Venjarar eru: Terji Rasmussen og Kristian í Vági
Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á managaran hjá teimum yngru, Rúna Højgaard, áðrenn blaðið fór til prentingar.