Klaksvíkar Kommuna hevur brúkt milliónaupphæddir til vinnuligar karmar og havnaøki til eitt nú uppisjóvarvinnuna, og tað kann tí ikki koma uppá tal, at bara inntøkurnar av hesi vinnu skulu javnast til aðrar kommunur, ið ongar íløgur hava gjørt í økið.
Ein dýr satsing
hjá kommununi
Tá ið oljuvinnan fyri árum síðan kom fram, boðaði Klaksvíkar Kommuna frá, at hon heldur fór at satsa upp á fiskivinnuna.
Kommunan hevur brúkt milliónaupphæddir til útbyggingar av Klaksvíkar Havn og til gerð av vinnuligum útstykkingum og karmum til vinnuna.
Henda satsing hevur kostað kommununi ómetaliga nógvan pening, sum skattaborgarin í Klakvíkar Kommunu hevur goldið fyri.
Tað hongur tí ikki saman, sum Páll á Reynatúgvu, tingmaður, og Aksel Johannesen, landsstýrismaður, nú leggja upp til, at inntøkurnar av hesi vinnu, sum eitt nú Klaksvíkar Kommuna hevur brúkt hundraðtals milliónir uppá, nú bara skulu javnast til aðrar kommunur, sum einki hava gjørt við økið.
Hvør skal so ynskja
at skapa karmar?
Um inntøkurnar av uppisjóvarvinnuni verða javnaðar út til allar kommunur í landinum, so fer tað í longdini at fáa avleiðingar fyri vinnuligu menningina.
Orsøkin til hetta er, at tað tá ikki longur fer at loysa seg hjá kommunum at satsa upp á vinnuna og gera íløgur í karmar og havnir, tí allar inntøkur hjá einstøku kommunum verða javnaðar út á allar kommunur í landinum.
Góðar grundir eru at spyrja, hvør tá skal ynskja og tíma at skapa og víðarimenna vinnuligu karmarnar her á landi. Tað verður so neyvan Fíggjarmálaráðið ella landsstýrið, sum fer at taka sær av tí.
Vit mugu minnast til, at okkara vinnulívsfólk, sum gera íløgur og menna virksemi á ávísum økjum, gera hetta eisini, tí tey hava kenslur fyri hesum økjum, og ynskja at skapa nakað har.
Skjótt er til, at hesin menningar- og íverksetarahugur hjá vinnulívsfólkunum verður køvdur, tí hetta skjal javnast út á onnur øki, har onki verður gjørt, men har man bara situr og tekur ímóti og krevur.
Ein javning av kommunalu inntøkunum av uppisjóvarvinnuni kann sostatt í longdini gerast ein forðing fyri víðari menning av vinnuni í landinum, og eg fari tí staðilig at mæla frá, at henda ætlan verður framd í verki.
Takast upp í
breiðari høpi
Spurningurin um javning millum kommunur eigur at verða tikin upp í nógv breiðari høpi, har kriteriini fyri javning millum kommunur verða ásett eftir tí ítøkiliga tørvinum og umstøðunum hjá teimum ymsu kommununum kring landið.
Her eiga viðurskifti sum útoyggjar, inn- og útflutningsinntøkur, borgarasamanseting og eventuelt eisini inntøka pr. íbúgva at takast við í skipanina, sum tó eigur at avmarkast mest møguliga, so vit her heima ikki fáa eina fløkta skipan, sum okkara grannalond hava ringar royndir av.