Álvarsamt ferðsluóhapp á Strondum

Mánakvøldið var eitt álvarsamt ferðsluóhapp á Strondum, har ein ungur maður kom sera illa til skaða.

Tað var stutt fyri midnátt, at ein bilur við trimum ungum monnum í, fór niðan av vegnum beint við kirkjuna á Strondum.
Hált og krapi var á vegnum inni í bygdini, tá bilurin varð slongdur upp undir eina trappu og bóltaði oman aftur á vegin. Sjúkrabilar og løgregla kom á staðið, og ungu menninir vórðu fluttir á sjúkrahús. Serliga hjá tí eina veit sera illa við. Hesin sat á forsetrinum, meðan førarin og tann á baksetrinum sluppu hampiliga væl.
Av løgreglustøðini í morgun varð sagt, at rúsdrekka ikki var partur av óhappinum.