Álvarsamt boykott í Bretlandi

- Støðan er ógvuliga trupul, men hon er eisini einføld. Bretland er okkara hýsumarknaður burturav, og har vilja tær stóru handilsketurnar ikki keypa føroyska hýsu. Jóhan Páll Joensen, stjóri í Norðís Seafood, sum roykir hýsu til bretska marknaðin, sigur, at útlitini fyri føroyskari hýsuframleiðslu í løtuni eru sera vánalig. Hann sigur, at eingin hýsa undan Føroyum í farna ári er virkað á teimum virkjum, sum hann hevur ábyrgdina av.

Stjórin á Norðís Seafood, sum eisini er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at stóru handilsketurnar í Bretlandi snøgt sagt boykotta føroyska hýsu, tí mett verður ikki, at hesin fiskiskapur er burðardyggur.

- Støðan er ógvuliga trupul, men hon er eisini einføld. Bretland er okkara hýsumarknaður burturav, og har vilja tær stóru handilsketurnar ikki keypa føroyska hýsu. Tær vilja ikki koma í ta støðu, at viðskiftafólk fáa at vita, at tær selja fiskavørur, sum ikki eru veiddar úr burðardyggum stovni.

Jóhan Páll Joensen sigur, at hetta er ein velduga stórur trupuleiki, ið Føroyar sum fiskivinnutjóð skjótast gjørligt mugu loysa.

- Okkara myndugleikar mugu taka henda spurningin upp beinanvegin, so bretsku handilsketurnar sleppa sínum boykotti móti føroyskari hýsuframleiðslu, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Norðís Seafood og formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.