Álvarsamir arbeiðsskaðar í Havn

Tveir mans duttu av einum byggipalli seinnapartin hósdagin. Báðir fingu álvarsama skaða. Á Norrønu misti ein maður vitið, tá ein talja loysnaði.

Tveir timburmenn í Havn vóru so óhepnir at detta av byggipallinum, meðan teir seinnapartin hósdagin umvældu eini hús í Jákup Nolsøe gøtu. Fallið var góðar seks metrar og báðir fóru á landssjúkrahúsið.
Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at annar maðurin breyt báðar hælarnir, meðan hin breyt annan hælin og koykti ein rygggeisla. Maðurin, sum breyt báðar hælarnar, varð fríggjamorgunin sendur niður á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Arbeiðseftirlitið kannar nú málið gjøllari.

Taljan loysnaði
Á Norrønu var eisini ein arbeiðsskaði hósdagin. Menn vóru í ferð við at spenna eina talju, tá hon brádliga loysnaði. Ein maður fekk taljuna í nakkan og varð alt fyri eitt fluttur á Landssjúkrahúsið. Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at maðurin er við vit aftur, og at Skipaeftirlitið kannar nú málið.