Meðan stríðst verður við at fáa ta fíggjarligu kabalina at ganga upp, og meðan úrslitið enn stendur á eini heilari milliard (1.000 milliónum krónum) í undirskoti, kemur Tjóðveldi, sum ketta upp úr høvdatrogi, og skjýtur upp, at avtaka blokkstuðulin. Hetta er tann reini ørskapur!
Í eini útvarpssamrøðu við annað av fíggjarnevndarumboðunum hjá Tjóðveldi fingu vit ta afturvendandi søguna: Blokkurin fyllir so lítið í búskapinum, og høvuðsorsøkin til bygnaðarligu trupulleikarnar er, at vit ikki taka ábyrgd av samfelagnum, og høvuðsorsøkin til at vit ikki taka ábyrgd av samfelagnum er blokkurin. Soleiðis fáa tey vent tingunum somikið á høvdið, at eftir stendur, at tað er ábyrgdarleyst ikki at tveita restina av blokkstuðlinum á vestfallið.
Hava tey slettis ikki skilt, hvussu álvarsom støðan er?
Beinleiðis ósatt
Í áðurnevndu útvarpssamrøðu varð sagt: ”Vit skóru blokkin fyri átta árum síðani við einum triðingi og búskapurin vaks beinanvegin...”.
Hetta er fyri tað fyrsta beinleiðis ósatt. Búskapurin vaks ikki beinanvegin eftir at blokkstuðulin lækkaði, og hví skuldi hann tað? Hvussu kann ein niðurskurður í blokkstuðlinum seta ferð á búskapin?
Men so kundi eg eisini hugsað mær at spurt, hvussu Tjóðveldi kann siga, at blokkstuðulin fyllir so lítið í føroyska búskapinum, men samtíðis siga tey, at búskapurin vaks beinanvegin, tá blokkstuðulin minkaði? Um Tjóðveldi heldur, at búskapurin vaks, tí at blokkstuðulin minkaði, so hongur tað ikki saman við pástandinum um, at blokkstuðulin hevur lítið at týða í búskapinum.
Hetta eru leysir pástandir, sum verða slongdir út til Føroya fólk.
Gjald fyri vald
Tjóðveldisumboðini í fíggjarnevndini kalla blokkin ”gjald fyri vald”. Eg má spyrja, hvat tað er fyri vald, sum tey tosa um? Vit kunnu gera Føroyar til fullveldi ella yvirtaka málsøki, tá vit sjálvi hava hug til tað. Vit hava buktina og báðar endarnar (tað vil siga alt valdið), og kortini pástanda tjóðveldisumboðini, at danir vilja gjalda eina milliard um ári fyri eitt vald, sum teir ikki hava.
Blokkurin fíggjaði fullveldisundirskotið
Heldur enn at lækka blokkstuðulin uppaftur meira, vil eg mæla Tjóðveldinum til at fara í holt við at gera tær tillagingarnar, sum áttu at verið gjørdar í 2002, tá tey seinast lækkaðu blokkstuðulin.
Tey reypa um, at avlopið frá 1998 til 2003 var 2,6 milliardir krónur, men tey gloyma at siga, hvussu stórt avlopið var tey einstøku árini. Tað fellir nevniliga í eyguni, at av teimum 2,6 milliardunum stava heilar 2,4 milliardir frá fýra teimum frystu árunum (áðrenn blokkstuðulin lækkaði), og bara 0,2 millardir frá 2002 og 2003 (aftaná blokkniðurskurðin). Eisini gloyma tey at siga, at við í avlopinum á 2,6 milliardir krónur, eru 5,1 milliard í blokkstuðli, sum fullveldislandsstýrið fekk sendandi úr danska ríkiskassanum á hvørjum ári. Uttan hesar pengarnar var talan um eitt samlað undirskot á 2,5 milliardir krónur - í góðum tíðum! – Tað er ikki at standa á egnum beinum!











