Álvaratos, slíkur danskleiki í 2010?!

ÚTVARPSSENDING: Danir (við góðkenning úr Føroyum!?) vilja hava meira danskt inn í føroysku miðnámsskúlarnar. Trý fólk skuldu gera viðmerkingar til hesa merkisverdu málbroyting í tí Harrans ári 2010

Onkur dansklig viðmerking var kanska at vænta av hasum pallinum; men at øll trý pallfólkini skuldu leggja seg so skerfløt at skammrósa donskum, ja, tað var kortini eitt stórt vónbrot.
Málsligi trupulleikin í Føroyum er, at vit duga so væl danskt (hoyra og síggja so nógv danskt), at móðurmálið verður við skerdan lut.
Teir tríggir viðmerkjararnir hildu einki vera galið við, at meira danskt skuldi inn í miðnámsskúlarnar.
Ein teirra helt, at vit høvdu brúk fyri meir av akademiskum donskum!?
Ein annar segði seg duga so væl at stava danskt, og tað var alt bara so gott, at har var einki at fýlast á.
Tann triði er skúlamaður, so har fór kanska okkurt gullkorn at koma, men nei. Hesin viðmerkjarin hevði lyndi til at speireka føroysk støddfrøðiorð, og navngivin politikari, sum roynir at verja móðurmálið, fekk eisini toyggið!
Trý fólk, so sera samd, at tú ógvast við!
Útvarpsmaðurin royndi at vísa á okkurt ódámligt við hesi danskøking í Føroya skúla, men nei, ikki glógvaði í teimum trimum.

á Borg á Argjum á roykloysisdegi 2010

Við vónbrotskvøðu