ÁLVARATOS: Tey trý skuldu gera viðmerkingar til hugleiðingar um meira enskt í skúlanum. Kanska ikki so ringt sum seinast, men aftur hesa ferð fingu vit mest verjurøður viðvíkjandi donskum máli, ikki so nógv um tað enska. Sjáldsama samt pallborð!?
DANSKT RAPP: Næmingar í framhaldsdeild fólkaskúlans ætlaðu at rappa á enskum; men úrslitið varð so, at rappað varð á donskum (í Útvarpinum). Føroyskt er ikki nóg “kult”, vildu tey vera við. Sjálvur giti eg, at føroyskt heldur ikki er “feitt nokk” (nóg feitt), sjálvt um frægast man vera at vera soltin.
ÚTVARPSBENDINGAR: Tríggjar bendingarendingar í somu ÚF-tíðindasending (upplestur): Hann hevur flutt pengarnir (-nar); teir spurdu myndugleikarnir (-nar); eitt ára gomul (árs-).
Í aðrari ÚF-tíðindasending hoyrdu vit hetta: “Nú fært tú “anledning” til” (høvi).
Í málsligum døpurhuga
Á Borg á Argjum eftir veturnætur 2010