ÁLVARATOS. Nú ríður tú niðarlaga, Jógvan

Vit eru trý fólk – vanlig fólk – sum samlast saman við Jákup Magnussen, hvønn fríggjadag, í beinleiðis send­ing. Og rýkur okkurt, ið var betur ósagt, bæði av okkum og vertinum. Men SHIT. Tað er farið.

Jógvan E. Ósá
Undir Kráarbrekku 12,
700 Klaksvík

Vit eru IKKI serfrøðingar á ØLLUM økum. Tá tað kem­ur seg til lærarar, er Heri har. Um tað er um KT-vitan, er Elin har. Og tá tað snýr seg um politi, eri eg har. Og NIX VEITER.
Teir persónar, ið stilla seg fram sum politikarar – og eru tað – mugu rokna við, at teir/tey fáa eina viðmerking í einari slíkari sending.
At vit ofta eru samd, kann ikki umgangast, men ONKI er avtalað um, hvat vit siga - áðrenn vit fara í Studio.
At vit eru ómentingar, Jógvan, er ótrúligt, at tú heft­ir tað spjaldur á okkum.
Bara tí vit ikki eru samd við teg – og tú heldur kanska at vit ganga tær ov nær.
Men um tú hevur lurtað í vetur. Hvussu nógv hava Jóannes Eidesgaard, Rósa Samuelsen, Aksel V. Jo­hanne­­sen, Høgni Hoydal, Tor­bjørn Jacobsen, Jenis av Rana og onnur tingfólk/lands­stýris­fólk fingið oman yvir seg. Men ikki eitt kys frá teim­um.
Nú var tað tú, ið stóð fyri skotum, og tað má tú taka. Annars ríður tú niðarlaga og fer at »kalla« fólk.
Mangan skotið mær í skógvarnar í ÁLVARATOS, at eg eri fólkafloksmaður. Og havi ongantíð noktað fyri tí. Men havi sagt, at eg ikki altíð eri samdur við tær og Jørgin osv.
Kanska var hetta skrivað av tær fyri at scora nakrar atkvøður. Kundi hent, tað bleiv umvent. Í hvussu so er fær tú ikki mína atkvøðu aftan á hettar esilssparkið.
Hav tað gott, navnin.