Kortini siti eg sum eitt spurnaðartekin, tá eg havi lisið greinina. Er hetta hugburður Javnaðarfloksins, hvussu ber tað tá til, at hann ikki bert hevur verið vitni til, men eisini aftur og aftur hevur atkvøtt fyri øllum uppskotum, sum gera tað øvugta?
Lat meg nevna nøkur dømi:
Kringvarpsgjald. Øll rinda somu upphædd, heldur enn at leggja gjaldið umvegis skattin. Á tann hátt rindaðu breiðastu herðarnar mest.
Heilsutrygd. Øll rinda somu upphædd, heldur enn at Heilsutrygd verður rindað umvegis skattin og breiðastu herðarnar rinda mest.
Rentustuðul. Bert tey mest vælbjargaðu sum fáa sethúsalán fáa rentustuðul. Tey sum hava minst, hava ikki møguleikan at seta føtur undir egi borð.
Sparingarnar á almannaøkinum, sum hava rakt nógvar familjur sera meint undir sitandi samgongu.
Fái hug at nevna eitt aftrat. Komandi fríggjadag kemur uppskot til viðgerðar í tinginum um, at brúkaragjald skal á hoyritól. Sama brúkargjald til øll. Vóni, at Javnaðarflokkurin stendur saman við Tjóðveldi um at broyta hetta uppskot, so tað gerst meiri samhaldsfast.
Hugsi við mær sjálvari, at um hugburðurin sum John Johannessen umboðar í grein sínari er Javnaðarfloksins, tá evnar flokkurin antin óvanliga illa at fáa síni sjónarmið framd, hóast hann er í samgongu, ella er talan bert um føgur orð. Talan er jú um flokk, sum hevur sitið við valdinum í 6½ uttan steðg.
Men sum nevnt, greinin er skilagóð, og Tjóðveldi gleðir seg til og vil, at orðini gerast veruleiki.