Úlvar í New York

Tað er vorðið alt meiri vanligt at síggja villar úlvar í amerikanska statinum New York, og serfrøðingar siga, at fólk í sjálvum býnum New York kunnu fyrireika seg til at møta onkrum villum úlvi í býnum í heyst.

Fyri nøkrum døgum síðani vóru boð eftir løgregluni, tí fólk høvdu sæð ein villan úlv á veg inn í býin. Tað eydnaðist serfrøðingum at fanga úlvin, sum bleiv fluttur burtur frá alfaravegi og sleptur leysur har.

Myndugleikarnir siga, at úlvarnir eru farnir at nærkast býunum, tí teir flýggja undan veiðimonnum. Harafturat er minni føði enn fyrr.