Ein 32 ára gomul kvinna er funnin deyð í amerikanska statinum Alaska, og alt bendir á, at tað var eitt úlvafylgi, sum gjørdi av við hana. Embætislæknin, sum kannaði líkið, sigur, at kvinnan doyði av djórabiti.
Tað er sera sjáldsamt, at úlvar leypa á fólk, og myndugleikarnir í Alaska siga, at hetta er fyrstu ferð, at tað er hent har.
Hetta er eisini fyrstu ferð í meiri enn 50 ár, at úlvar hava dripið fólk í USA.
Nakrir fáir tilburðir eru skrásettir tey seinastu árini, og flestu teirra hava verið í Kanada og Russlandi, skrivar Reuters.