LV fær sum sjótast fyribilsstjóra

Niðurstøður frá fundi millum varaløgmann og fakfeløgini um útgreining av niðurstøðum í skrivi dagfest 07.01.1999 frá løgmanni

Til fyrsta reglubrot er at skilja, at løgmaður tekur stig til at fremja tað, sum fakfeløgini hava víst á í sambandi við málið um Landsverkfrøðingsstovnin og Strandfaraskip Landsins.

Viðvíkjandi øðrum reglubroti verður staðfest, at tað fara ongar avgerandi broytingar fram, uttan so, at starvsfólkini eru kunnað og fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini. Tá nevndar verða møguligar avgerandi broytingar, sum ætlast at fara fram, er hetta st skilja sum møguligar avgerandi broytingar, sum møguliga fara fram.

Punktini í skrivinum verða her talmerkt.


Punkt eitt

Til punkt eitt er at skilja, at stovnarnir eru hvør sær og hava hvør sín stjóra. Við tilgongd meinast kannigar og útgreiningar. Ongar avgerandi broytingar verða gjørdar, uttan at starvsfólkini eru kunnað og fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini - sum staðfest í sáttmála.


Punkt tvey

Ongin viðmerking. Víst verður til ískoyti.


Punkt trý

Løgmansskrivstovan ger ein greiðan leist fyri, hvørjar mannagongdir skulu nýtast til tess at tryggja, at endamáið í § 2 í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum verður rokkið. Leisturin skal verða orðaður, áðrenn farið verður undir viðgerð av avgerandi broytingum sambært sama sáttmála.


Ískoyti

Viðvíkjandi spurninginum um, hvussu stovnurin skal virka, til stjóri er konstitueraður, verður fyriskipað soleiðis, at stovnurin fyriheldur seg á sama hátt, sum tá stovnsleiðarin var burturstaddur. Hetta merkir, at vanlig mannagongd hjá stovninum verður nýtt.

Tryggjað verður, at Landsverkfrøðingsstovnurin fær konstitueraðan stjóra sum allarskjótast.

Fundarfrásøgn góðkend av Varaløgmanni og umboðum fyri Starvsmannafelagið, Verkfrøðingafelagið og Føroya Byggifrøðingafelag.