##med2##
KÍ spælir í kvøld fyrra dystin í 2. umfari í undankappingini til bólkaspælið í Europa League móti Luzern. Sveisiska liðið er stórfavorittur at koma víðari, men Mikkjal Thomassen ætlar at bjóða av.
- Tað er ongin ivi um, at vit eru uppi ímóti einum liði, ið er væl betri enn vit, sum spælir á væl hægri stigi. Men fótbóltur er soleiðis, at tað taktiska aspektið ger, at tað ber til at gera dystir javnar. Vit hava lagt eina neyva ætlan og eg vænti, at vit klára at fáa spenning í uppgerðina, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, ið avdúkar at Páll A. Klettskarð byrjar inni.
- Hetta er eitt lið, sum hevur fleiri spælarar, ið eru yvir 190 sentimetrar og eru kropsliga væl fyri. Vit hava tí verið noyddir at umskipa partar av okkara liði. Tað merkir millum annað, at Páll A. Klettskarð byrjar inni. Hetta liðið er so gott, at um vit ikki eru í javnvág allatíð blíva vit útstillaðir, sigur Mikkjal Thomassen.
##med3##
Tað er í løtuni hitabylgja í Evropa. Hon hevur eisini rakt Sveis, har hitin er væl yvir 30 hitastig um dagin. Hetta væntar venjarin tó ikki, kemur at ávirka KÍ meiri enn heimaliðið.
- Eg vænti ikki, at tað fær tann stóra týdningin. Vit vóru á stadium í gjár á dystartíðini. Tað verður heitt í fyrra hálvleiki og um eini 29 hitastig, men vit eru so mikið væl fyri, at eg vænti ikki at tað ávirkar okkum meiri enn mótstøðuliðið. Hetta er eisini heitt fyri teir, tí talan er um eina hitabylgju, sigur venjari hjá KÍ.
Málið er at halda lív í uppgerðini til returdystin í Føroyum. Vit hava í seinastuni sæð bæði HB og B36 lata mál inn í fyrstu minuttunum. Hetta má ikki henda, sigur venjarin hjá KÍ.
- Hetta eru uppgerðir, ið vara í 180 og kanska 190 minuttir. Tað er týdningarmikið ikki at leypa framav, og ikki at spæla dystin, soleiðis at tað kann verða liðugt aftaná fyrra hálvleik. Tapa vit við einum máli ella enntá tveimum, so er tað gott. Tá er uppgerðini enn á lívi. Fáa vit eitt útivallar mál ella ein javnleik, so tosa vit um eitt avbera gott útgangsstøði. Tá skal nógv ganga okkara veg, men tað er tað vit fara eftir, sigur Mikkjal Thomassen.
In.fo hevur beinleiðis dagføring frá dystinum, sum verður í kvøld klokkan 19.15 í Luzern í Sveis.