Luxus-døgurði á vágni

Eitt øðrvísi summarkvøld var á skránni í Klaksvík, har menn høvdu riggað sær ein gamlan flaka til veitsluhøll

Summarhugni

 

Tað vakti ans, tá songur hoyrdist av vágni í Klaksvík leygardagin.

Høvið var stór veitsla, sum varð hildin á einum gomlum flaka, ið annars hevur ligið til ónyttu í fleiri ár.

Nakrir persónar høvdu tikið seg saman um eitt hugskot, og so gekk tað skjótt fyri seg. Telt varð sett á flakan, og kokkur varð bílagdur til eitt hugnakvøld av teimum heilt stóru.

Junglutrummurnar syrgdu fyri, at innbjóðingarnar vóru nóg nógvar í tali, og so var av álvara lagt upp til eitt rimmarkvøld.

Á matarlepanum var feskur hummari og flamberað fiskaflak, og tá hetta saman við drekkivørum varð fingið niðurum, stóð felagssangur á skránni.

Um trygdina verður annars sagt, at hendan var í lagi. Gyrðing varð sett kring flakan, og eisini var bjargingarbátur tøkur, um illa vildi til. Men eingin maður datt fyri borð, so tað vóru turrskøddir klaksvíkingar, sum sunnunáttina settu kósina aftur á fastlandið.