Óluva er dóttir til Sunnevu Thomassen úr Kvívík og Jóhannus Durhuus í Garðastovu í Vestmanna. Óluva varð útbúgvin sjúkrasystir í 1951, og arbeiddi hon sum skúlasjúkrasystir í Norðstreymoy frá 1962 til 1991. Hon var gift við Magnus Petersen á Mørk, sonur Sigmund Petersen úr Gásadali og Onnu Sofíu Kristoffersen úr Vestmanna. Tey eiga trý børn. Magnus andaðist í 1978. Eisini eigur hon fleiri ommu og langommubørn. Føðingardagin heldur hon í Noregi saman við familjuni.