Óluva er fødd og uppvaksin í Skopun. Dóttir til Jacob Eli og Jóhannu Hansen. Hon er elst av 7 systkjum. Hini systkini eru Jancy, ið býr á Toftum, Elisabeth í Skálavík, Eisinberg í Skopun, Óla Christian á Toftum, Símin í Havn og Eyðvør í Húsavík.
Jóhanna og Jacob Eli búðu inni hjá Elisabeth, fosturmammu Jacob Eli, tey fyrstu árini. Tá Óluva var 8 ára gomul, fluttu foreldur og systkin niðan í "Garðar", men Óluva bleiv eftir hjá ommuni.
Sjálvt um Óluva vaks upp hjá ommu, so var hon ein partur av systkinaflokkinum, tí systkini hava altíð verið sum eitt, sum man plagar at taka til, Óluva er góð við síni systkin og tey við hana.
Óluva hevur altíð verið røsk og ágrýtin, tá hon var byrjað uppá nakað so skuldi tað fullførast. Væl hava hendurnar sitið, tí røsk er hon til hendurnar, serliga hevur henni dámt væl at bundi, og ikki eru tað so fá pløgg, hon hevur lagt úr hondum.
Matgerini liggur væl fyri hjá henni, og eru løturnar ikki so fáar í køkinum í Samljóð og aðrastaðni, bæði til gaman og álvara.
Hon vaks upp í einari tíð, tá kúgvin var í kjallaranum, hoyggjast skuldi og torv arbeiðast, og alt skuldi fáast heim, har lá hennara partur ikki eftir.
Óluva hevur arbeitt innan fyri heimarøktina í skjótt 30 ár, og hevur hon ofrað seg fyri tey, ið hava hjálp fyri neyðini, og hevur hon fingið nógvar vinir fyri lívið í sínum til tíðir strævna og krevjandi arbeiði, men tað hevur ikki tikið móti frá henni.
Óluva er gift við Peturi Jensen úr Skopun, og fingu tey 3 børn. Leinu sum tey mistu 10 ára gamla, Jacob Eli og Marjun. Trý eru ommubørnini blivin, Petur, Leina og lítla Birita, sum hava sítt stóra pláss í ommusa hjarta, ja hon gevur seg alla sum hon er fyri sína familju.
Óluva hevur sanniliga eisini áhuga fyri samfelagnum. Har hon er, har er hon heil. Óluva er javnaðarfólk, og hevur hon verið nevndarlimur og kassameistari í Sandoyar sýslu javnaðarfelag í mong Harrans ár. Somuleiðis hevur hon sitið í skúlastýrinum fyri Skopunar skúla og Sandoyar Meginskúla í fleiri ár.
Óluvu dámar ikki at blíva róst, men orðatakið sigur at " giv mig en blomst mens jeg lever, så øjet kan frydes derved".
Óluva! tær verður ynskt hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum og alt tað besta framyvir.
Vit verða mong sum koma í Samljóð, at gleðast saman við tær og tínum týskvøldið.