Í gjár segði Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, í tíðindunum í Kringvarpinum, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar settu lív í vanda, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skrivar nú í lesarabrævi, at hetta er ein sera grov ákæra, ið ikki kann góðtakast.
Les alt lesarabrævið her
– Undir samráðingunum við Fíggjarmálaráðið gjørdist tað okkum greitt, at samráðingartoymið, við Jan Mortensen á odda, als ikki skilti álvarsligu støðuna, ið valdaði á føroysku sjúkrahúsunum. Hóast arbeiðssteðgurin tá hevði vart í tvær vikur, og okkara limir dagliga sóu, hvussu hetta ávirkaði sjúklingin, so var als eingin vilji til semju frá Fíggjarmálaráðnum, sigur Óluva í Gong.
– Fyri at tryggja eina loysn, áðrenn lív komu í vanda, valdu vit at trýsta Fíggjarmálaráðið til at skilja álvaran. Hetta varð gjørt við at fráboða arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við hesum stigi fingu vit eina loysn á truplu støðuni, ið Fíggjarmálaráðið hevði sett sjúklingin í, sigur hon framhaldandi.
– Vit funnu saman við fíggjarmálaráðharranum eina loysn, ið báðir partar kundu liva við, og tí kennist tað sera hugstoytt, at stjórin á lønardeildini nú aftan á kemur við tílíkum álopi á okkum, staðfestir hon.