Óluva

(1949-2009)

Nýbygningurin Pride kom á Klaksvík í mai 1961. Hann varð bygdur á skipasmiðjuni í Florø í Noregi. Góða, gamla Britons Pride hevði fingið ein stásiligan avloysara á rutuni millum Klaksvík og Havnina. Nú skuldu vit ikki longur sita á lastalúkuni á gomlu Pride ella undir hvalabakinum, tá ruskveður var. Nýggja Pride var ein stórhending. Luksus, søgdu tey flestu. Sita á polstraðum bonki í ljósari, rúmligari salong við rúti at kaga út ígjøgnum. Og har var wc við spegli og ljósi omanfyri! Ferðasambandið millum oyggjarnar var í menning, og rættiligar betringar fóru fram innan sam- og strandferðslu. Frambrot, sum tunnlar í Suðuroy og Borðoy, leggja seg upp at hesi tíðini. Her kann eisini skoytast uppí, at tá var eingin rutusigling yvirhøvur sunnu- og hagidagar. Slíkur sunnudagur var sunnu-

dagurin í árinum.


Tá Óluva legði frá sær 7. juni niðri á Ríkissjúkrahúsinum, har hon hevði ligið illa sjúk í fleiri mánaðar, rann fram fyri meg útferðin hjá Pride sunnudagin 22. juli 1962 til Skúvoyar. Hetta var ein hendinga dagur til veður, dýrd í sjónum við fagrasta sólskini. Á veg suðureftir varð lagt inn á Havnina, har heilt fitt av fólki kom umborð. So legði skútan suður í Skopunarfjørð fyri seinni at leggja at í Skúgvi. Móttøkan var so hjartalig, kann eg minnast. Dagurin bar brá av stevnudámi. Fløggini vóru uppi, og hvør hurð í bygdini stóð á víðan vegg. Í hesum summarmeldri var hin tá 12 ára gamla Óluva, ið var fødd og uppvaksin í bygdini. Hon dugdi at leggja bygdina fyri føturnar á okkum norðingum, hóast hon ikki hevði nátt fyrsta tannáringaári. Óluva hevði tveir beiggjar, Meinhard og Sveinbjørn, ið høvdu verið í Klaksvík hjá okkum í stytri og longri tíðarskeið, og sum vóru um sama aldur sum beiggjarnir hjá mær. Tí vóru foreldrini hjá Óluvu, Súsanna og Kjartan Hentze, so fegin um vitjanina úr Klaksvík. Hvørja ferð man vitjaði aftur har suðuri, var farið inn á gólvið hjá teimum báðum. Tey góvu til kennar, hvussu fegin tey vóru, at hetta nýkomna skipið hevði lagt at og sett ein dag av har í oynni henda góðveðursdag. Jú, í gøtu og geil í Skúgvi varð gylt av hugaðum fólki. Skyldfólk vórðu vitjað, gamlir, uppilagstir skipsfelagir sóust aftur og sjálvandi var eisini tað forvitna ferðafólkið íblant, ið vildi uppliva hesa natúrvøkru oyggj, nú eitt gott høvi var bæði so og so.


Aftur til Óluvu. Hesin sunnudagurin kom at gerast eitt afturvendandi samrøðuevni hjá okkum, ja, so gott sum hvørja ferð vit sóust.

Tú dugdi longu tá við myndugleika og búnaskapi at taka tær av fólki. Hetta prógvaði tú eisini, tá tú nøkur ár seinni byrjaði í SHJ radiohandli í høvuðsgøtuni í Havn, somuleiðis í Føroya Banka og til seinast á Almannastovuni. Gloymi ongantíð, tá vit báðar gingu út undir Skarvaloft, ið er norðanfyri bygdina. Har vísti tú slíkt dirvi, ið eg enn undrist á. Tú hongdi teg út fyri hesum loftinum, meðan tú helt fast í bakkan við einari hond. Botnurin á Skarvalofti skygdi allur hvítur sum hann var, og har stóð spegilsmyndin av tær í tí ljósabláa summarkjólanum niðri í sjónum. Her, segði tú, fingu skúvoyingar tann sand, teir høvdu brúk fyri. Úti á kirkjuloftinum vísti tú mær træsprek, funnin í Ólansgarði í Sigmundargrøv, tá grivið var har fyrst í 19hundrað talinum. Ikki sørt errin vart tú av Sigmundi, ið var tykkara maður, og sum hesi sprek helst stavaðu frá. Hetta eru bara brotpartar úr minninum. Regluligt brævaskifti var okkara millum aftaná útferðina í Skúgvi, og ferðast var suður aftur av og á, tí abbi okkara var jú skúvoyingur.


Ung fórt tú til Havnar at tæna. Annars stóðst tú í handlinum í SHJ, ið var ein sera virkin fyritøka seinast í ´60árunum, tá eg sjálv kom til Havnar. Tað var so stutt millum SHJ og Nýggja Bókhandil. Tey árini vóru sorgleys, Óluva, - tú hevði ein bil, ið vit mangan stytti okkum stundir við. Hetta var bilur, tú hevði um hendi, og honum tókst tú tær væl av. Koyrast kundi tá norður eftir oyggj, og nakrar ferðir koyrdu vit. Tað var jú tíðin, ið broytti bæði land og fólk, og sum slóðaði fyri einari nýggjari.


Sjúrður hevði so fitta grein um teg í bløðunum seinasta vikuskifti. Hann vísti á, eins og eg havi gjørt, títt sjálvbjargni. Tú settist ikki aftur at fara í tríbekkin og syfta nakrar smáfiskar innanborðs, hóast onkur fiskiklógv var langt úr landi og næstan kom sørur heimaftur.Og Óluva helt seg eisini til í

lunda- og líratíðini. Neyvan gav Óluva sær far um, at nøkur kynsskipan skuldi gera nakrar avmarkingar. Hon helt seg til og var djørv .


Men hvussu myndugleikakend og búgvin vit eru, so hava hesi bæði fyribrigdi ongan týdning, tá ring sjúka herjar á okkum. Tað er við tungum sinni, at eg lati tankarnar fara til hetta seinasta hálva árið, tá tú lá illa sjúk í Danmark . Men tað fekk ikki verið øðrvísi. Henda náðileysa dyst megnaði tú ikki at vinna.


Og úti í Skúgvi stendur barnaheimið, sum tú nýliga hevði sett í stand. Eitt orð um at síggjast aftur har suðuri, bar tú uppá mál ein dagin í Miklagarði seint seinasta summar. Sjálvandi, hvat tá ? Men, einki er givið, soleiðis er tað bara. Sjúkan fekk bilbugt við teg, men fær einki gjørt við tað vakra eftirmæli, sum eftir stendur. Í heimi, skúla, kirkju og tínum virkna arbeiðslívi setti tú virðiligar varðar eftir teg.


Góða hvíld.


Poulina Slættanes