- Fyrst av øllum vil eg siga, at tað er gleðiligt, at tað nú sær út til, at málið um setan av leiðara fyri Økistænastuna í Sandoynni er liðugt. Nógvur ágangur hevur verið um hetta mál, og ógvuliga einsíðugt er málið lýst, har Óluva í Gong, forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingum, eftir mínum tykki hevur átt 90 prosent av talutíðini í miðlunum.
Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu og formaður fyri Økistænastuni í Sandoynni. Hann heldur, at tað, sum eftir hansara tykki er ræðandi, er, at í einum slíkum stríði móti myndugleikanum verður einki fyrilit tikið fyri teimum menniskjum, sum onkursvegna eru partur av málinum - ella teirri tænastu, sum sami myndugleiki hevur skyldu at veita.
- Spurnartekin kann altíð setast við avgerðir, ið tiknar verða av einum myndugleika. Myndugleikin er hóast alt mannaður við menniskjum við tí sum hartil hoyrir.
Brandur Sandoy heldur tað ikki vera í lagi, tá forkvinnan í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum roynir at lýsa Sandoynna sum eitt lógleyst øki, har einki verður tikið til eftirtektar, tí slíkur atburður tænir ongum endamáli, uttan at sáa sundurlyndi og mistreysti í fólkið.
Hann vísir á, at Økistænastan hevur hin 15. november í fjør samtykt at halda fast við, at rættur umsøkjari varð settur í leiðarastarvið, tí royndirnar hava prógvað tað, sum væntað varð av henni, tá avgerð varð tikin um at seta hana í starvið.
- Samstundis samtykti Økistænastan eisini at styrkja fyrisitingarligu mannagongdirnar, tá avgerðir hjá Økistænastuni verða framdar í verki, men hetta hevur eingin tikið upp á tungu.
Brandur Sandoy leggur dent á, at tey, sum varða av eldratænastuni í Føroyum, hava eina stóra ábyrgd á sínum herðum. Myndugleikar, fakbólkar innan røktina og onnur við hava skyldu til at hava tey eldru í samfelag okkara í fokus - og skulu veita teimum eina tænastu sum er nøktandi.
- Um tíðin og orkan verður brúkt til at stríðast innanhýsis, verður bara ein tapari, og tað eru tey hvørs hendur hava slept og tey, sum hava fyri neyðini, at vit, sum hava herðar ið megna, bera. Nú verður hetta mál lagt aftur um bak, samstundis sum framtíðin verður gingin á møti við treysti og samstarvsanda, sigur formaðurin fyri Økistænastuna í Sandoynni.