Luttaka í heimsins størstu svimjikapping

Havnar Svimjifelag hevur júst givið eitt blað út, sum nevnist Svimjiblaðið, og tað er sent í øll húsarhald í Føroyum.
Her stendur m.a. at lesa, at fyrst í mai fara trý lið við svimjarum hjá HS at luttaka í eini stórari altjóða svimjikapping í Danmark. Hetta er fimta árið á rað, at henda kappingin verður hildin, og hon er nú heimsins størsta. Teir tríggjar dagarnar kappingin er, skulu heili 798 heiðursmerki handast.
Svimjarar eru frá 10 árum og uppeftir, og teir kappast í átta aldursbólkum. Umleið 35 svimjarar fara úr Føroyum, og kappingin er frá 10. til 12. mai.
Í blaðnum eru annars fleiri áhugaverdar greinar, sum varpa ljós á virksemi hjá svimjifelagnum í høvuðsstaðnum. Hans Andreas Djurhuus, formaður í svimjifelagnum, sigur í blaðnum, at ungdómsarbeiðið hjá felagnum er av alstórum týdningi fyri ungdómin, ið hevur sína dagligu gongd har.
Tilfarið er fjølbroytt. Eldri svimjarar skriva um svimjing fyrr í tíðini og paraolympiskir vinnarar skriva um at seta sær mál.