Luther hevur altíð hugtikið Miðvágsprest

Fyrr í mánaðinum gav David Johannesen, sóknarprestur í Miðvági út bók við greinum og ritgerðum hjá Martini Luther. ? Eg havt áhuga fyri Lutheri heilt frá lestrarárunum. ?Eg vil fegin av øllum alvi og hjarta lova og geva gott viðmæli til tónleikin, sum tann guddómliga og dýrabara gáva hann er. Eg eri so bergtikin av stórleikanum og virðinum av góðum eginleikum, at eg finni hvørki byrjan ella enda á mínum lovsongi?.

Soleiðis skrivaði Luther í 1538 sum fororð til ?Vakrar symfoni?ir? hjá kirkjutónleikaranum Georg Rhau ið var kantor við St. Thomas-kirkjuna í Leipzig. Hesi fororðini venda sær til allar tónleikaelskarar.

?Eins stórt ynski eg havi til at lova tónleikinum, eins fátækur og veikur er lovsongurin noyddur at verða. Tí hvør kann fata alt??, skrivar hann víðari.

Henda greinin er ein teirra, sum er við í nýggju bókini sum David Johannesen hevur givið út. Hann vísir millum annað á tann stóra týdningin, sum Luther sýndi tónleikinum.

Bókin ?Frælsi teirra kristnu? er givin út á forlagnum Vón í Miðvági. Hon er 160 síðu til støddar.

Hetta er kortini ikki fyrsta bókin, ið Miðvágsprestur gevur út. Hann hevur áður givið úr yrkingar, lestrar og í fjør eina bók um søguna og gudfrøðina hjá júst Martin Lutheri.