Síðani 1977 hevur David Johannesen verið sóknarprestur í Vága prestagjaldi.
Umframt starvið sum sóknarprestur hevur David Johannesen verið óførur við penninum. Úr hansara hondum eru komin bæði yrkingasøvn, greinar, ein andaktsbók og nú henda bókin um Martin Luther.
Hóast hesin livdi fyri meiri enn 500 árum síðani, er boðskapur hansara kortini viðkomandi anno domino 2006.
- Jú, Luther er aktuellur eisini í dag. Hann hevur ein boðskap eisini inn í okkara tíð, sigur David.
Bókina kallar hann stutt Martin Luther við undirheitinum søga og gudfrøði.
Við hesum ynskir hann at gera bókina viðkomandi fyri so mong sum gjørligt, m.a. fyri tey sum ganga í framhaldsdeild og á miðnámsskúlunum kring landið.
Bókin er væl skrivað við greiðum innihaldsyvirliti, og tí er ikki óhugsandi at mong fara at fáa gleði av henni.
Aktuellur í dag
Martin Luther livdi frá 1483 til 1546, men var, sambært Davidi kortini frammanfyri sína tíð.
- Hann bygdi sín kristindóm á tað, sum var frammanundan. Hann hevði søguligt atlit, men var tó fyri sína tíð.
- Luther fór nevniliga til keldurnar ja, hann fór í roynd og veru aftur til upprunan. Soleiðis gav hann kristindóminum eitt nýtt og menniskjansligt skap, sigur David. Ynski Luthers var at sleppa undan trongskygni og afturhaldi.
Høvuðsboðskapur hansara var tá og líka aktuellur í dag at frelsan ikki skyldast okkum, men er ein óuppiborin gáva til okkum. Vit verða fyri at sitera David og Luther frelst av náðini við trúnni fyri einki!
David vónar, at hann við bókini kann fáa fleiri at vísa áhuga fyri tí sum Luther stóð fyri.
Lív lagað
Nýggja bókin um Martin Luther sæst aftur í stóra áhuganum hjá høvundanum fyri hesum merkismanni.
Tá hann gekk á Lærda Háskúlanum í Århus skrivaði hann nevniliga uppgávu um Luther. Og síðani hevur hann lisið og granskað nógv um henda mannin.
Fyri David er eingin ivi um týdningin av tí boðskapinum, sum Luther stóð fyri:
- Luther hevur verið forfjónaður í kirkju okkara. Tí er kirkjan í teirri støðuni, sum hon nú er í. Skal kirkjuni vera lív lagað, kann hon ikki renna undan ella svíkja sín lutherska arv.
- Sjálvur havi eg altíð hildið, at tá kirkjan leggur dent á sín lutherska uppruna, tá verjir hon tað evangelium, sum hon er sett at prædika. Tað ger kirkjan best, um hon kennir sín samleika, sigur David Johannesen.