- Leygardagin klokkan 15.00 býðst høvið at uppliva heimslistina í Havn, tá Andreas Schulenburg letur upp framsýningina, Lutfalsliga ørt, í Steinprenti í Skálatrøð.
Framsýningin er opin til 15. juni.
- Talan er um eitt satt margfeldni av listaverkum, við tøvdum standmyndum, keramiskum figurum, málningum, tekningum, uppskriftum og steinprentum, sigur Kinna Poulsen í eini umrøðu av listaframsýningini.
- Hetta er ein tann stuttligasta listaframsýningin, sum eg havi sæð í Føroyum, men verkini eru eisini álvarslig, óhugnalig og mæla til filosofiska eftirtekt í øllum teirra klombruta skeivleika, leggur hon afturat.
Afturvendandi á framsýningini eru amboð úr gerandisdegnum, sum eru brúkt á skeivan hátt, t.d. er eitt skrúvublað parað við einum seymi og verður hugt eina løtu, síggja vit blóðspor á teirri stóru tøvdu køkurulluni, hobbyknívinum osfr.
- Mótsetningarnir millum tað mjúka, tøvda tilfarið og tey hvøssu myndevnini eru nógvir og elva til allahanda søgur í fatan áskoðarans.
- Verkini eru løtt at avlesa, myndevnini eru einføld og litirnir eru bjartir, so at tey á yvirflatuni minna um popplist ella um samfelagskritiska list frá sjeytiárunum. Men tú skalt ikki hyggja serliga leingi, fyrr enn tú leggur til merkis politiskt ókorrekta skálkabrosið, óuppbyggiligu absurdismuna og fleirtýdnið.
Myndin eitur Erotic Wave og er ein tøvd standmynd