Á løgtingsvalinum í fjør fór stór broyting fram í føroyskum politikki, tí fyri fyrstu ferð fingu vit eina heilt nýggja samgongu, har eingin av flokkunum, sum hevði verið við frammanundan, helt fram í samgonguni, og tað var ikki hent fyrr.
Fyri løgtingsvalið sótu Sambandsflokkurin, sum hevði løgmann, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin í samgongu, og fram til 2013 eisini Sjálvstýrisflokkurin.
Eftir valið í fjør komu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn í samgongu, við Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum sum løgmanni.
Í hesi nýggju veljarakanningini er Sambandsflokkurin størsti vinnarin, við eini framgongd upp á 2,3 prosentstig, og Javnaðarflokkurin er størsti taparin, við eini afturgongd upp á 1,3 prosentstig.
Eftir stødd sær floksbýti soleiðis út, at Javnaðarflokkurin fær 23,8 prosent, Sambandflokkurin og Tjóðveldi hvør síni 21 prosent, Fólkaflokkurin 19,7 prosent, Framsókn 6,1 prosent, Miðflokkurin 4,3 prosent og Nýtt Sjálvstýri 3,9 prosent.
Og munurin í tingmannatalið er mestsum eingin, tí tveir sessir flyta seg frá smáu andstøðuflokkunum til teir stóru, men annars er samlaða javnvágin tann sama.
Árni Gregersen, politiskur eygleiðari og journlistur á Ting.fo, tók saman um kanningina á Rás 2 í gjár. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Árna Gregersen.
Meiri er at lesa um kanningina í Sosialinum, sum Posta ber út til haldarar í dag, og sum er at fáa í sølustøðunum kring landið í