Foreldur eru fyrimyndir hjá børnum sínum, og tað er nyttuleyst at stúra fyri digitala lívinum, sum børnini hava, um foreldrini ikki uppføra seg á sama hátt, sum tey ynskja, at børnini gera tað. Tað skrivar danski miðilin Samvirke í samráð við Anne Mette Thorhauge, som er forkvinna í danska Miðlaráðnum. Samvirke hevur fimm góð ráð til foreldur, ið luta myndir av børnum sínum á sosialu miðlunum.
#1 - Ver fyrimynd
Foreldur mugu gera tað, sum tey ynskja fyri børnini - bæði tað, sum tey sjálvi luta, men eisini mátin tey lýsa børnini á.
#2 - Tosa um digitala lívið
Digitala lívið fyllir nógv í dag, og vit hava møguliga ikki tosað um, hvat tað merkir. Tað er skilagott at tosa saman um, hvat tað merkir, tá vit luta myndir, videobrot og viðmerkingar á netinum.
#3 - Hav virðing fyri markinum
Børn hava rætt til privatlív og mørkini fyri, hvat tey halda er í lagi flyta seg við tíðini. Hóast barnið heldur, at tað er í lagi, at tú lutar eina fitta mynd í dag, og kann barnið hava eina aðra hugsan, tá ein tíð er liðin
# 4 - Spyr um loyvi
Spyr barnið á sama hátt, sum tú hevði spurt ein vin, áðrenn tú leggur myndir á sosialu miðlarnir. Tað er torført at spyrja tey minstu, men hugsa so um hetta er ein mynd, sum øll skulu síggja nú og í framtíðini.
# 5 - Hugsa um, hvør sær mydnina
Nógvar myndir verða lutaðar, so at ommur, abbar og vinir sleppa at síggja børnini. Møguliga er tað ein betri loysn at luta myndirnar á aðrar háttir, so tað bara eru tey, sum síggja tær.