Lutakastið verður mánadagin

Eingin møguleiki er fyri, at Ísland og Svøríki hittast í innanhýsis stríði um pláss í HM endaspælinum

Bólkaumfarið í kappingini um at røkka HM endaspælinum er liðugt. Í Europa hava vinnararnir í teimum níggju undankappingarbólkunum tryggjað sær atgongumerki at vera partur av HM endaspælinum í juni-juli næsta summar. Talan er um Holland, Italia, Belgia, Schweiz, Týskland, Bosnie-Herzegovina, Russland, Spania og Ongland.

Fýra europeiskar fótbóltstjóðir aftrat skulu til Brasil næsta summar. Hvørjar tær verða, verður avgjørt í finaluumfari, sum verður 15. og 19. november, tá ið tveyararnir í bólkaspælinum skulu hittast. Hvussu tjóðirnar skulu greipast í hesum dystunum verður avgjørt mánadagin 21. oktober eftir døgurða, tá ið FIFA fer at skipa fyri lutakastinum í Zurich.

Tey átta nøvnini, sum vera í lutakastinum, eru Grikkaland, Frakland, Portugal, Ukreina, Svøríki, Ísland, Rumenia og Kroatia.

Liðini verða flokkað eftir styrki, og tað ber við sær, at Ísland og Svøríki ikki hava møguleika at spæla ímóti hvørjum øðrum. Tey bæði norðurlondini eru styrkismett í lægra bólkinum saman við Fraklandi og Rumenia. Í hægra styrkisbólkinum eru Portugal, Kroatia, Ukreina og Grikkaland.