Leygardagin verður lutur kastaður um, hvussu bólkasamansetingin verður til HM-undankappingina í 2018.
Lutakastið fer fram í Sankta Pætursborg í Russlandi, og á miðdegi í dag fóru Virgor Hvidbroe, Kristin Dam Ziska og landsliðsvenjarin, Lars Olsen, til russiska stórbýin.
Spenningurin er ikki heilt eingin undan lutakastinum. Føroyar hava staðið seg søguliga væl í inniverandi EM-undankapping, og við eini støðu sum nummar 74 á styrkislistanum hjá FIFA verða vit nú styrkismett í triðniðasta bólkinum. Tað merkir ikki, at vit fáa nakað lætt lutakast, men á pappírinum fáa vit í øllum førum eitt- og kanska tvey - lið, sum í løtuni eru stødd niðanfyri okkum á styrkislistanum. Talan verður um níggju undankappingarbólkar, og sjey av hesum hava seks lið, meðan teir báðir seinastu bólkarnir hava fimm lið.
Føroyar eru styrkismettar í potti fýra saman við eitt nú Turkalandi, Írlandi, Noreg og Bulgaria. Næstniðasti potturin telur eitt nú Letland, Finnland, Hvítarussland og Litava, meðan niðasti bólkurin telur tær tjóðir, ið vanliga verða roknaðar millum pinkulingarnar. Tó er Georgia kanska undantakið í so máta.
Virgar Hvidbroe sigur við in.fo, at tá lutakastið er avgreitt, verður alt fyri eitt farið undir at tingast um, hvussu dystirnir skulu spælast. Kunnu londini ikki finna innanhýsis semju fyri skránni, sker FIFA sjálvt ígjøgnum, og undir øllum umstøðum vita vit sunnudagin, hvussu dystarskráin sær út fyri undankappingina, sum byrjar um gott ár.
Styrkismetingin undan lutakastinum sæst HER