Lutakastið til steypakappingina í hondbólti verið

Hondbóltur: Bæði hjá kvinnum og monnum skulu 1. deildarlið spæla móti hvørjum øðrum

Mánadagin var lutakastið til triðja umfar í steypakappingini í hondbólti. Seinastu dystirnir í øðrum umfari skuldu spælast í seinasta lagi í vikuskiftinum, og nú (næstan) greitt er at spæla fjórðingsfinalurnar er seinasta freist til at fáa avgreitt dystirnar 17. desember.

Hjá monnum skulu tvey av 1. deildarliðunum spæl móti hvørjum øðrum. Tað eru H71 og Neistin, sum eru drigin til ein av teimum fýra dystunum. Annars verður spælt soleiðis: Kyndil I-Kyndil a III, Vinnari H71 III/GÍ III-Vinnari VÍF I/VÍF III, og Neistin III-StÍF I.

Hjá kvinnum gjørdist ein av dystunum eisini millum tvey 1. deildarlið, og tað eru Kyndil og GÍ, sum hittast tí dystinum. Hinir dystirnir eru: Kyndil a III-StÍF I, VÍF II-Neistin II, og NSÍ II-Neistin I.