Lutakastið til seinastu HM-dystirnar verið

Fótbóltur: Pláss verður ikki fyri bæði Italia og Ruslandi í HM-endaspælinum næsta summar

Átta europeisk lond hava framvegis møguleikan at náa

HM-endaspælinum í Fraklandi næsta summar.

Leygardagin vóru seinastu dystirnir í bólkaspælinum spældir, og nú

øll tey londini sum gjørdust nummar tvey í bólkunum (uttan

Skotland, sum var besti tveyarin) skulu spæla tveir

kvalifikatiónsdystir um pláss í endaspælinum.

Lutakastið var í gjár og tað fall soleiðis, at tveir av avgjørdu risunum í

europeiskum fótbólti hittast í einum av dystunum, og greitt er tí, at

bæði Italia og Rusland kunnu ikki koma til endaspælið.

Jugoslavia, sum var nummar tvey í bólkinum har Føroyar var við,

skal spæla móti Ungarn, og tað er avgjørt uppgáva, sum jugoslaviska

liðið eigur at klára.

Kroatia, sum var í bólki saman við Danmark, skal spæla móti

Ukraina, og seinasti dysturin er millum Belgia og Írland.

Fyrru dystirnir verða spældir 29. oktober og teir seinnu 15.

november.