Meðan manslandsliðið enn kann spæla seg til HM, við at vinna á Týsklandi, so verður eitt annað spennandi lutakast í næstum. Hósdagin 31. mars klokkan 17.00 verður nevniliga lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.
32 lið eru styrkismett í fýra bólkar. Føroyar eru styrkismettar í fjórða bólki, sum er lægst styrkimetti bólkurin. Sannlíkindini fyri at koma víðari eru til staðar.
Liðini, sum enda nummar eitt og tvey í bólkunum, koma víðari, umframt at fýra tey bestu liðini, ið enda á triðja plássi, eisini koma víðari. EM í 2024 verður spælt í Týsklandi.










