Lutakastið í kvøld

Í kvøld verður greitt hvussu skal spælast í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið

Við teprum 3-2 sigri á B36, er HB seinasta liðið, ið hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

 

Les eisini: Samandráttur: HB-B36 3-2

 

Úrslitini í hinum sjey dystunum í 1. umfari í steypakappingini hjá monnum, sum vórðu spældir leygardagin, háttaðu seg soleiðis, at KÍ, ÍF, B68, Víkingur, AB, NSÍ og EB/Streymur eisini vera í pottinum, tá lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum, verður í 3-2 mánakvøldið.

 
Les eisini: Clayton seksfaldur málskjútti

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar sunnudagin 27. apríl. Hálvfinalurnar eru á skránni 21. mai og 18. juni, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 30. august.