Á middegi í dag fæst at vita, hvørjum hvørt av teimum átta londunum, sum framvegis stríðast um fýra pláss í EM endaspælinum, skal spæla ímóti. Lutakastið verður í Aachen í Týskalandi, og fram til tað síðsta er spenningur um, hvussu mannagongdin í lutakastinum fer at vera.
Í ásetingunum um kappingina verður einki sagt um, at londini skulu flokkast eftir styrki, áðrenn luturin verður kastaður, men tað er komið fyri áður, at bæði UEFA og FIFA í síðstu løtu hava broytt ásetingarnar. Í hesi vikuni hevur verið nógv tosað og skrivað um hetta. Ætlanin var, at UEFA longu mánadagin skuldi taka endaliga støðu um mannagongdina í lutakastinum, men tá valdu teir at bíða inntil fyrrpartin í dag.
Tað eru nøvnini á teimum átta londunum, sum endaðu á øðrum plássi í undankappingarbólkunum, ið skulu niður í hattin. Portugal fekk mestu burturúr av teimum níggju tveyarunum, og harvið kvalifiseraðu teir seg beinleiðis í endaspælið.
Tey átta londini, sum í tveimum dystum skulu stríðast um at røkka endaspælinum í Belgia og Hollandi, eru Danmark, England, Írland, Ísrael, Ukreina, Skotland, Slovenia og Turkaland. Londini skulu hittast tvey og tvey, og dystirnir verða 13./14. november og 17. november.
Sekstan lond skulu taka lut í endaspælinum. Belgia og Holland eru sum vertstjóðir sjálvskrivað at taka lut, og umframt Portugal hava teir níggju bólkavinnararnir tryggjað sær luttøku. Bólkavinnararnir eru Italia, Noreg, Týskaland, Frankaríki, Svøríki, Spania, Rumenia, Jugoslavia og Kekkia.