Lutakastið til undanhálvfinalurnar og hálvfinalurnar í Firmakappingini hjá FM1

Seks lið eru eftir í Firmakappingini hjá FM1. Undanhálvfinalurnar verða avgreiddar 28. februar. Hálvfinalurnar verða avgreiddar 6. mars

Nú eru bara seks lið eftir í Firmakappingini hjá FM1.

Petur Zachariassen, stjóri á FM1 stóð fyri lutakastinum á FM1 seinnapartin ígjár, tá dragast skuldu til undanhálvfinalurnar og hálvfinalurnar.

Neyðugt er við tveimum undan-hálvfinalum fyri at fáa talið at ganga upp til hálvfinalurnar.

Lutakastið lagaði seg soleiðis:

Undanhálvfinalur fríggjadagin 28. februar:

Klokkan 14.05: Runavíkar Kommuna-Svend Krosstein
Klokkan 14.30: Bygma Balslev-Faroe Express


Hálvfinalur fríggjadagin 6. mars:

Klokkan 14.05: Vinnarin av Undanhálvfinalu 1-Vinnarin av Undanhálvfinalu 2
Klokkan 14.30: Trygd-SPEKT
 
Finalan verður fríggjadagin 13. mars klokkan 14.15.

Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.