Hálvfinalurnar vera týsdagin 17. mars og hósdagin 19. mars Fyri løtu síðani dróg Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari hjá Smyril Line, um hvørjar fyritøkur skulu møtast í hálvfinaluni í Firmakappingini hjá Rás2.
Stórur spenningur er millum tær fýra fyritøkurnar, sum eru eftir, tí vinnarin fær eina ferð fyri 20 fólk við Norrønu.
Fyri at tryggja, at talan verður um røttu finaluluttakarnar, so verður talan um bara ljóðspurningar í hálvfinaluni. Verður neyðugt við eykaspurningum, so verður eisini talan um ljóðspurningar.
Rás2 og Smyril Line fara at borðreiða við einari spennandi finalu á einum spennandi stað, men hvussu tann leikurin fer, verður avdúkað hósdagin 19. mars.
Fyritøkurnar møtast soleiðis í hálvfinaluni :
Týsdagin 17. mars :
Dagstovnurin í Fuglafirði - Skipafelagið Gráa Pakkhús
Hósdagin 19. mars :
Vøruhúsið á Hjalla - Tryggingarfelagið Føroyar










