Í gjár vóru bæði havnaliðini í pottinum. B36 var í Evropa League lutakastinum, og HB var í Champions League lutakastinum. B36 trekti Crusaiders FC, og at trekkja Norðurírska meistaraliðið verður mett at vera eitt avbera gott lutakast fyri B36. HB trekti HJK Helsinki, hetta er sterk mótstøða, og tað var júst finska høvuðstaðarliðið, ið sendi Víking úr Champions League í fjør, við knúsandi 6-2 sigri yvir tveir dystir.
HB hjálparvenjarin Rasmus Nolsøe, sigur soleiðis um lutakastið:
-Viðvíkjandi lutakastinum, so var HJK Helsinki ok fyri okkum. Vit fara nú spakuliga at fyrireika okkum til hesar báðar dystirnar. Men fyrst hava vit 2 torførar dystir eftir í Betri deildini, áðrenn vit veruliga byrja fyrireikingarnar.
Síðani ásannar hann at mótstøðan og avbjóðingin er stór, men heldur at møguleikin er har.
-Møguleikin fyri at koma víðari er sjálvandi har. Men HJK er eitt sterkt lið, sum hevur vunnið 8 finsk meistarheiti seinastu 10 árini.