Lutakast um tvær vikur

Eftir bragdið á Tórsvølli: Her fæst yvirlit yvir hvørja kapping kvinnulandsliðið hevur spælt seg víðari til.

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla HM-undankapping. Tað er greitt, nú Føroyar í dag vann 2-1 í avgerandi dystinum ímóti Turkalandi. Føroyar er tískil víðari frá bólki 4 við fullum stigatali.


Les eisini: Føroyar eru víðari


Kappingin, sum Føroyar vann, var ein sokallað innleiðandi undankapping. Ein mini-kapping, har fimm lið skuldu finnast til tey í alt 35, sum í heyst fara undir HM-undankappingina.


HM-undankappingin verður nevniliga spæld í tíðarskeiðnum 11. septembur 2017 til 4. septembur 2018. Fimm lið fara sjey ymiskar bólkar, og spældir verða ein heima- og ein útidystur.


Lutakastið um bólkarnar í HM-undankappingini verður um tvær vikur, 25. apríl.