Lutakast um steypakapping í kvøld

Í kvøld verður greitt, hvussu liðini møtast í fyrstu umførunum í kappingini um løgmanssteypið. Lutakastið verður sent beinleiðis í 3-2 í sjónvarpinum Tað verður Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, sum fer at draga.

Undanumfarið verður leikt 15. mars. Her verður talan um tveir dystir. Fyrsta veruliga umfarið verður á skránni skírshósdag 20. mars, og tá verða átta dystir. Fjórðingsfinaluumfarið verður 2. páskadag 24. mars. Sjálv finalan verður sunnudagin 15. juni.

Lutakastið til kappingina um løgmanssteypið í 3-2 í kvøld verður klokkan 19.30.