Lutakast um ein mánað

Lutakast til EM-undanspælið fyri U-21 landslið verður í Stockholm tann 13- februar, og annar av venjarunum, Bill McLeoud Jacobsen, vónar, at teir fara at møta onkrum norðanlandi

FÓTBÓLTUR

Um ikki so langa tíð skal føroyska U-21 landsliðið í fótbólti í eldin. Enn er ikki greitt, hvørjum liðum vit fara at møta, men lutakast til EM-undankappingini fyri U-21 landslið verður á skránni í Stockholm tann 13. februar.
Annar av venjarunum, Bill McLeoud Jacobsen sigur seg vóna, at landsliðið fer at møta onkrum av Norðanlondunum.
- Tað hevði verið ótrúliga stuttligt at møtt onkrum av Norðanlondunum. Flestu leikararnir hava roynt at spælt ímóti teimum í yngru landsliðunum, so vit kenna eitt sindur til hesi londini.
Bill sigur eisini, at teir vóna ikki at koma í bólk saman við ov nógvum eystanlondum.
- Tað er nakað sum við A-landsliðnum, tí vit vilja helst sleppa frá eysturevropeisku londunum. Langt er at reisa, og so eru hesi londini ofta rættiliga sterk eisini. Hinvegin vilja vit heldur enn gjarna møta liðum á okkara støði úr Vesturevropa, og so hevði verið stuttligt at fingið okkurt av heilt góðu liðunum.