Lutakast til steypakappingina í kvøld

Greiða skal nú fáast á hvør skal spæla móti hvørjum í steypakappingini í fótbólti

Í kvøld verður drigið lut um, hvussu spælast skal í steypakappingunum hjá teimum vaksnu fyrstu umførini. Í sjónvarpssendingini 3-2 í kvøld verður drigið lut um, hvussu spælast skal í innleiðandi umførunum í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum.

 

Tað verður Jógvan Páll Joensen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, sum kemur at standa fyri lutakastinum í sjónvarpsstovuni. Drigið verður um, hvussu spælast skal í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, og um hvussu spælast skal í 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum.