Lutakast til steypakappingina hjá kvinnum

Lutakast um, hvussu spælast skal í ársins steypakapping hjá kvinnum, verður í 3-2 í sjónvarpinum í kvøld

Sunnudagin 19. juli verður 1. umfar í steypakappingini hjá kvinnum á skránni. Síðani verða fjórðingsfinalurnar spældar 28. oktober, hálvfinalurnar 13. november, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 21. november, skrivar Fótbóltssambandið.

Og hvussu spælt verður, verður avgreitt við lutakasti í sendingini 3-2 í sjónvarpinum í kvøld. Tað verður forkvinnan í Kvinnunevndini í Fótbóltssambandi Føroya, Anja Rein, ið fer at taka sær av lutakastinum.

Fyrst verður drigið um, hvussu liðini møtast í 1. umfar, og tá er talan um tey trý liðini sum spæla í 1. deild. Tvey av liðunum spæla tann 19. juli, meðan tað eina liðið fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.

Í fjør vann HB steypakappingina hjá kvinnum. í finaluni vunnu tær reyð-svørtu 3-0 á EB/Streymi.