Lutakast til OL hevur verið

Nú er greitt, hvussu teir fýra bólkarnir í fótbóltskappingini fyri menn til OL og teir tríggir kvinnubólkarnir síggja út.

 

Sum kunnugt verður talan um eitt samlað bretskt lið, og tí verður heitið ikki Ongland, men Stórabretland.

 

Til OL hjá monnum eru tað ungdómsliðini hjá londunum, sum taka lut. Tó er loyvt øllum londunum at hava tríggjar leikarar við oman fyri 23 ár – ella við øðrum orðum skulu teir verða føddir eftir 1. januar 1989.

 

Hetta merkir, at leikarar sum Louis Suarez, Papisse Cisse og Demba Ba kunnu luttaka fyri Uruguay (Suarez) og Senegal (Cisse og Ba).

 

Lutakastið til teir fýra bólkarnar hjá monnunum gav hetta úrslitið:

 

A:

Stórabretland

Senegal

Sameindu Arabisku Emiratini

Uruguay

 

B:

Meksiko

Suðurkorea

Gabon

Sveis

 

C:

Brasilia

Egyptaland

Hvítarusland

New Zealand

 

D:

Spania

Japan

Honduras

Marokko

 

Hjá kvinnunum vórðu olympisku meistararnir, USA, og heimsmeistararnir, Japan, seedaðir saman við Stórabretlandi í hvør sínum bólki.

 

Nummar eitt og tvey í hvørjum av teimum trimum bólkunum saman við bestu trí’arunum fara víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

Bólkur E:

Stórabretland

New Zealand

Cameroun

Brasilia

 

F:

Japan

Kanada

Svøríki

Suðurafrika

 

G:

USA

Frakland

Kolumbia

Norðurkorea

 

OL verður sett 27. juli, men kvinnurnar spæla sín fyrsta bólkadyst 25. juli, og tað verður Stórabretland móti New Zealandi, meðan menninir hjá Stórabretlandi spæla dagin eftir móti Senegal.