Lutakast til Klaksvíkskappingina á Rás2

Lutakastið til Klaksvíkskappingina verður á Rás2 í dag klokkan 16.05. Í pottinum verða EB/Streymur, ÍF, HB og KÍ.

 

Á hvørjum árið verður skipað fyri Klaksvíkskappingini, sum er millum trý tey ovastu liðini í undanfarnu landskapping og KÍ.

 

Dystirnir verða spældir soleiðis:

Dystur 1. Leygardagin kl 13.00: Lið 1 - Lið 2

Dystur 2. Leygardagin kl. 15.15: Lið 3 - Lið 4

 

Dystur 3. Sunnudagiin kl. 13.00: Taparin dysti 1 móti taparnum av dysti 2

Dystur 4. Sunnudagin kl. 15.15: Vinnarin dystur 1 móti vinnara dysti 2.

 

Dómarar verða Eiler Rasmussen og Petur Reinert við trio.