Í dag verður avgjørt hvør skal spæla móti hvørjum í Champions League hálvfinalunum. Bayern Munchen, Borussia Dortmund, Barcelona og Real Madrid eru í pottinum.
Fyri fyrstu ferð verður lutakast eftir fjórðingsfinalurnar í Champions League. Gamalt var, at tú longi í fjórðingsfinaluni visti hvørjum tú skuldi spæla móti í hálvfinaluni. Skilt á tann hátt, at tvær fjórðingsfinalur longu tá eru settar upp móti hvørjari aðarari, so at vinnarnir møtast í hálvfinaluni.
Í ár er øðrvísi. Nú er framvegis ógreitt hvør skal møta hvørjum. Tað verður alt avgreitt í dag, tá lutakast verður í Nyon í Sveis. Lutakastið byrjar klokkan 11 og portalurin fylgir gongdini beinleiðis.
Hetta er fyrstu ferð, at tvey týsk lið eru í hálvfinaluni. Týskur fótboltur hevur verið í framgongd í nøkur ár og nú síggjast úrslitini eisini í Champions League. Hetta er áttandi ferð, at tvey sponsk lið eru komin í hálvfinaluna. Spanskur fótbóltur toppaði í so máta í 1999/2000, tá trý sponsk lið verður í hálvfinaluni.
Eisini verður lutakast til hálvfinalurnar í Europa League. Har eru liðini Benfica, FC Basel, Chelsea og Fenerbahce. Lutakastið til Europa League verður eftir lutakastið til Champions League.