Lutakast: Liverpool og Real møtast aftur

Champions League: Lutakastið til 1/8 finalurnar hevur verið í dag

Í dag hevur lutakastið til 1/8 finalurnar í Champions League verið. Millum dystirnar er ein endurtøka av finaluni frá í fjør millum Liverpool og Real Madrid, og ein endurtøka av finaluni í 2020 millum PSG og Bayern Munchen.

 

Manchester City fekk ein lutfalsliga lætt lutakast og skal møta RB Leipzig, sum ikki hevur havt eitt gott kappingarár í Bundesliguni, har liðið liggur nummar seks. Club Brugge fekk portugisiska Benfica, meðan AC Milan fekk Tottenham.

 

Hinir dystirnir eru Eintracht Frankfurt – Napoli, Borussia Dortmund – Chelsea og Inter Milan – Porto.

 

Champions League 1/8:

 

RB Leipzig vs Manchester City

 

Club Brugge vs Benfica

 

Liverpool vs Real Madrid

 

AC Milan vs Tottenham Hotspur

 

Eintracht Frankfurt vs Napoli

 

Borussia Dortmund vs Chelsea

 

Inter Milan vs Porto

 

Paris Saint-Germain vs Bayern Munich