Lutakast hjá kvinnuungdómslandsliðum

Lutakast hevur júst verið í Nyon í Sveis, har finnast skuldi útav, hvørji lið skuldu møta hvørjum í EM-undankappingunum fyri U-19 og U-17 landsliðini hjá kvinnum.

Í U-19 kappingini er Føroyar komið í undanbólk saman við Spania, Onglandi og Litava, og kappingin millum hesi londini verður í Litava í døgunum 27. september til 2. oktober. Okkara U-17 landslið hjá kvinnum er komið í bólk saman við Finlandi, Belgia og Estlandi, og henda kappingin verður avgreidd í Estlandi í døgunum 11. til 16. september, so bæði føroysku U-landsliðini skulu til baltisku londini í heyst.