Lutakast hjá kvinnum

Í gjárkvøldið var lutakast í 3-2 um, hvussu tey fýra liðini, sum eru eftir í steypakappingini hjá kvinnum, hittast í hálvfinalunum. Har fær 07 Vestur fyrst heimavøll ímóti oddaliðnum AB, og KÍ, sum er greipuvinnari, hevur fyrst heimavøll ímóti Víkingi. Fyrru hálvfinalurnar verða 1. juni og tær seinnu 17. juni. Steypafinalan verður 4. juli.